Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útflutningur til Russlands

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Um  jólini varð skrivað um Eystnes hjá Smyril Line, sum fór til Skt. Pætursborg við hópin av góðari fiskavøru. Skt. Pætursborg er ein høvuðsstøð fyri innfluttningi av m.a. fiskavørum til Russlands.

https://nordlysid.fo/tidindi/67913/eystnes-i-skt-paetursborg-um-jolini

Nakað verður víðari góðska her og síðani sendi víðari runt umkring í Russlandi, meðan  onnur vøra fer beinleiðis víðari til onnur støð í Russlandi

 

Føroyar 39 %

Tá ið greitt varð formanninum í Uttanríkisnevndini hjá stjórnini í St. Pætursborg, Evgeny D. Grigoriev, frá, at av teirri nøgd av fiskavørum, Russland innflytir uttan úr heimi, stendur Føroyar fyri 39 %, undraðust hann og fylgi hansara. Tó var formaðurin í Uttanríkisnevndini skjótur at svara við einum fyrikomandi smíli, ”Vit vilja fegin hava meir av tykkara frálíku fiskavørum”!

Føroyar útflyta hópin av pelagiskum fiskavørum til Russlands – Bert North Pelagic, sum selur fyri Norðborg og Christian í Grótinum selur um 15 – 20.000 tons tilsamans av Sild, Makreli og Svartkjafti – tað skiftir nakað frá ári til ár. Telur tú so Faroe Pelagic, Kollafjørð og Varðan afturat, og onnur, sum eisini selja vørur til Russlands, so er talan um ikki smáar nøgdir.

 

Hagstova Føroya

Eg havi spurt meg fyri á Hagstovu Føroya um hagtøl frá 2019, tí tølini frá 2020 enn ikki eru nóg dagførd:

Niðanfyri verður víst talva við samlaðum útflutningi av vørum til Russlands í 2019