Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útflutningurin av laksi setur met

Helgi Abrahamsen

Um gongdin higartil í ár heldur fram, fer útflutningurin av laksi væl uppum 3 mia. kr.

Samlaði útflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár hevur verið 5,6 mia. kr. Hetta er 900 mió. meir enn sama tíðarskeið í fjør, ella ein vøkstur á næstan 20 %. Tað skriva Hagstovan á heimasíðu síni í dag.

Virðið av útflutta alifiskinum er vaksið næstan 700 mió. kr. fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár samanborið við í fjør. Tað er ein vøkstur á 36% í virði. Í nøgd er vøksturin 17%.

Alifiskur er nú gott 46% av samlaða útflutninginum.

Um gongdin higartil í ár heldur fram, fer útflutningurin av laksi væl uppum 3 mia. kr. Tað er ikki hent fyrr. Í 2014, sum er metárið higartil, útfluttu vit laks fyri 2,95 mia. kr.