Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útgávukonsert við Dánjal í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 22. februar kl. 20.00 verður Mentanarhúsið karmur um eina serstaka útgávukonsert við Dánjal. Góð upphiting er sjálvandi eisini á skránni, tí eingin minni enn Lover Lover leggja út við sínum balladum, áðrenn Dánjal fer á pallin.

Við sær til Fuglafjarðar hetta kvøldið, hevur Dánjal sín egna bólk, ið er mannaður av: Dánjal á Neystabø, Stephen Siben, Anniku Jessen, Kim Rafael Nyberg, Per Erik Olevik og Ulrik Brohuus Petersen. Hetta er eisini einasta konsert hjá teimum í Føroyum á hesum sinnið. Nevnast kann eisini, at tveir av limunum spæla við tí vælkenda bólkinum, Afenginn, so talan er um tónleikarar á sera høgum støðið, ið mannað bólkin hjá Dánjal.

Dyrnar lata upp kl. 20.00 og Lover Lover fara á pallin kl. 20.30.

Nýggju løgini hjá Dánjal kunnu hoyrast á www.danjal.net

Atgongumerki á 150,- eru til sølu á www.ebillett.foog við dyrnar.

Mentanarhúsið í Fuglafirði

www.mh.fo