Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útgjaldið úr Samhaldsfasta skal hækkast

John William Joensen

Útgjaldið úr Samhaldsfasta skal hækkast, sigur Jákup Mikkelsen, form. í Trivnaðarnevndini.

Fólkaflokkurin vil hava útgjaldið úr samhaldsfasta at hækka, soleiðis at pensiónistar beinanvegin kunnu fáa meir av peningi nú tað strammar í, í øllum samfelagnum. 

Í øllum londum runt um í heiminum verða nógv ymisk tiltøk gjørd fyri at halda hjólunum í gongd, og stórir skattalættar verða givnir, soleiðis at fólk fær eina betri keypiorku. Tað er sera týdningarmikið, at vit hækkað gjaldið úr Samhaldsfasta nú, og soleiðis gera dagligdagin hjá pensiónistum eitt sindur lættari

Harafturat vil Fólkaflokkurin hava at nýggi pensiónsreformurin verður lagdur fram á Tingborð og at allar kreftir verða lagdar í hetta arbeiðið, soleiðis at hetta sera týdningarmikla mál kann verða avgreitt. Tað er ongin ivi um ein pensiónsreformur hevur ein týðandi leiklut bæði tá talan er um at tryggja øllum okkara borgarum eina góða pensión og at bøta um strukturella halli á fíggjarlógini.

Jákup Mikkelsen, form. Fólkaflokksins á Tingi