Tað gongur eftir ætlan við arbeiðnum at grava út fyri nýggju bygningunum, sum í heyst skulu reisast og innilokast í Zarepta á Vatnsoyrum, skrivar leguhúsið á heimasíðu sínari.
Tað gongur eftir ætlan við arbeiðnum at grava út fyri nýggju bygningunum, sum í heyst skulu reisast og innilokast í Zarepta á Vatnsoyrum, skrivar leguhúsið á heimasíðu sínari.
– Elementini til bygningarnar verða framleidd í Danmark, og sambært løgdu løgdu tíðarætlanini koma tey til landið í august mánað, og síðani byrjar arbeiðið at reisa og inniloka rábygningarnar, upplýsir Birgir Andreasen, sum saman við Pola Vang stendur fyri hesum útbyggingararbeiðnum vegna nevndina fyri Zarepta-legurnar.
– Veðrið hevur verið so einstandandi gott, og tað hevur sjálvandi gjørt tað høgligt og hugaligt hjá teimum, sum taka sær av arbeiðnum.
– Tað er Jóhann Berg, sum grevur út, og fyritøkan K.J.O. Entreprenørar Sp/f í Sørvági tekur sær av lastbilaflutninginum av tilfarinum til og frá. Alt fer fram í góðum samstarvi við okkum, og eru vit sera væl nøgd við teirra arbeiði.
– K. J. O. Entreprenørar gróvu út tann fyrsta partin av parkeringsplássinum í fjør summar, og tað arbeiðið var eisini sera væl frágingið, sigur Birgir Andreasen.
– Eisini vil eg nevna, at samstarv okkara við lokalu kommunalu myndugleikarnar er sera gott. Eitt nú var Rósa Samuelsen, borgarstjóri, á vitjan hósdagin 21. februar 2013, har vit kunnaðu og samskiftu um umstøðurnar og heildarætlanina.
– So vit hava nógv at fegnast um og takka fyri, og vit eru eisini sera spent uppá at fáa hesar nýggju bygningarnar settar upp og innilokaðar í heyst. Eftir hetta kann tað írestandi, sjálvbodna arbeiðið byrja við at gera bygningarnar lidnar, so teir vónandi verða klárir at taka í brúk til summarlegurnar í 2014, sigur Birgir Andreasen.




