Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úti er gott men heima er best

John William Joensen og Helgi Abrahamsen

Tað ber til at búgva í Jørundsgøtu í Klaksvík, arbeiða í Tinganesi og lesa í USA.

Tað ber til at búgva í Jørundsgøtu í Klaksvík, arbeiða í Tinganesi og lesa í USA.

Fyrstu trý árini av sínum lívi búði Jógvan Svabo Samuelsen í Keypmannahavn, har foreldrini lósu, men tí tíðini minnist hann einki frá. Alt sum hann minnist frá sínum uppvøkstri, hevur hann búð í Jørundsgøtu í Klaksvík.

Sum 22 ára gamal flutti hann til Danmarkar at lesa løgfrøði og hann hevur eisini lisið í USA og hevur arbeitt í Brússel, men “úti er gott og heima er best”. Nú arbeiðir hann á Løgmansskrivstovuni og býr aftur í Jørundsgøtu.


Mamman eggjaði honum til at útbúgva seg

“Eg havi altíð fingið at vita heimanífrá – serliga frá mammu – at eg skuldi hava eina útbúgving,” sigur Jógvan. “Tað var líkamikið um útbúgvingin var handverkslig ella akademisk, hon skuldi bara vera førleikagevandi,” sigur hann.

Áhugin at lesa løgfrøði kom tíðliga. “Tað var heilt afturi í fólkaskúlanum – kanska í 8. – 9. flokki, at eg byrjaði at hugsa um at fara tann vegin, og eg minnist meg ikki hava hugsað um at lisið nakað annað,” sigur hann.


Var 9 ár uttanlands

22 ára gamal flutti Jógvan til Danmarkar at lesa og hann var burtur í 9 ár.

“Eg treivst væl í Danmark, men eg integreraði meg rættiliga lítið í danska samfelagið. Eg búði tætt við Oyrasundskolegiið, so eg var fyri tað mesta saman við føroyingum. Og so arbeiddi eg fyri MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) og skipaði fyri tiltøkum í Føroyahúsinum,” sigur hann. Men umframt hesi arbeiðini arbeiddi Jógvan eisini hjá einum advokati í Christianshavn, og var eisini í praktikk hjá einum verjuadvokati í Keypmannahavn, meðan hann las.


Fór longur út í verðina

Í fyrru helvt av 2011 fór Jógvan til Brússel, har hann var starvslesandi á føroysku sendistovuni.

“Sendistovan liggur mitt í økinum, har ES liggur. Tað er sum ein býur í býnum. Men Føroyar eru ikki í ES, so vit eru eitt sindur uttanfyri har,” sigur hann.

Men umframt at starvast í Brússel, so hevur Jógvan eisini fleiri ferðir í styttri tíðarskeið lisið í USA.


Hevði ikki ætlanir um at fara til USA

“Tað var nokkso tilvildarligt at eg fór til USA. Ein dagin tá eg var inni á studiokontórinum, tá sá eg eina plakat, har tey lýstu við einum summarskúla í USA. Mann kundi fara har í fýra vikur á eitt skeið innanfyri jura,” sigur Jógvan.

Hann valdi eitt grundleggjandi skeið um amerikanskan rætt.

“Men tá eg kom yvir har fann eg útav, at umframt at vera eitt summarskeið, so var hetta eisini fyrsti partur av “master of law” í altjóða handilsrætti,” sigur Jógvan.

Vanliga tekur hesin lesnaðurin eitt ár, men til bar eisini at taka tað gjøgnum tríggjar langar summarferiur við nógvum lesnaði.

“Eg hevði bara verið har í tveir dagar, tá eg hevði tikið avgerð um, at eg vildi taka alt,” sigur hann.

Hetta hevði við sær, at Jógvan hevur verið tríggjar summarferiur í USA.

“Skeiðini vóru rættiliga krevjandi, har vit vóru í skúla 8 tímar um dagin hvønn dag, og vit høvdu møtiskyldu.”


Flutti til Føroya

Tá Jógvan Svabo Samuelsen, í 2012, var um at vera liðugur við lesnaðin, vendi hann heimaftur til Føroya.

“Eg var byrjaður at skriva høvuðsuppgávu og ætlaði bara at fáa mær eitt summararbeiði,” sigur hann.

“Eg skrivaði til aðalráðini, og spurdi um tey høvdu nakað avloysarastarv, men tá vóru tey givin at taka fólk inn í summarferiuni.”

Innlendismálaráðið svaraði tó aftur, at har var júst vorðið eitt starv leyst, og spurdi um umsóknin til avloysarastarv í summarferiuni, í staðin skuldi leggjast í bunkan til ta starvið. Jógvan játtaði, bleiv seinni boðin til samrøðu og bleiv at enda settur frá 1. september.

“Tað var við teirri treyt, at eg bleiv liðugur við útbúgvingina, so eg hevði summarferiuna til at fáa høvuðsuppgávuna frá hondini,” sigur hann.

“Tað var rættiliga heppið, tí um eg skuldi valt eitt starv í landsstýrinum so skuldi tað akkurát verið á løgdeildini (tað sum er lógartænastan í dag),” sigur Jógvan.


OkkaraJustitsministerium

“Flestu løgfrøðingar í Danmark, sum droyma um eitt alment starv, teir vilja sleppa í Justitsministeriið, og tað sum javnsvarar við tað í Føroyum er løgdeildin,” sigur Jógvan.

“Eg elski hetta starvið. Mær dámar ótrúliga væl at arbeiða har,” sigur hann.

Í Føroyum eru viðurskiftini á arbeiðsplássunum smá, so stutt er ímillum tann lægsta og tann hægsta.

“Fyrsta dagin eg var til arbeiðis, tá heilsaði eg uppá landsstýrismannin og aðalstjóran, sum bjóðaðu mær at vera vælkomnan. Eg veit ikki hvussu tað hevði verið í danska justitsministeriinum – nær Søren Pind hevði komið framvið og sagt vælkomin til arbeiðis,” flennur Jógvan.

“Í Danmark skalt tú arbeiða innanfyri eitt rættiliga avmarkað øki, og tú fært at vita, at hetta er títt øki. Her í Føroyum skalt tú gera alt, og tað sum tú ikki dugir, tað mást tú læra teg,” sigur hann.


Aftur í Jørundsgøtu

Jógvan hevur framvegis stóran áhuga fyri USA. Hann ætlar sær skjótt yviraftur til USA sum ferðamaður, og hann ferðast nógv uttanlands. Men dagliga býr hann í Jørundsgøtu í Klaksvík, har hann er vaksin upp.

“Í fyrstani hevði eg hug at flyta til Havnar, tí eg ferðaðist ímillum við bussi og brúkti meira enn tríggjar tímar hvønn dag til ferðing. Men so venur mann seg við at ferðast og at slappa av í bussinum, og so er tað eisini tað, at íbúðarmarknaðurin í Havn er forferdiligur,” sigur hann.

Spurdur um hann hevur ætlanir um at byggja í Klaksvík svarar Jógvan, at hann hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at búgva í Klaksvík og heldur ongar ætlanir um nakað annað.

“Mær dámar líka væl at leiga heldur enn at eiga nakað sjálvur, men her er bara einki at leiga – hvørki í Havn ella í Klaksvík,” sigur hann. “Um tú ikki endar í kjallaranum hjá foreldrunum, so endar tú í kjallaranum hjá onkrum øðrum. Tað hevði verið gott um Føroyar høvdu ein íbúðarmarknað við smærri íbúðum, heldur enn at ein skal verða noyddur at keypa eini heil hús.”


Tað skal bara vera har

Um mentanarlívið í Klaksvík sigur Jógvan Svabo Samuelsen, at hann sær tað líka sum tá hann búði í Keypmannahavn, at hann gongur ikki til so nógv, men er kortini glaður fyri, at tað er har.

“Jú eg plagi at vera í Spaniastovu av og á og annars til mentanartiltøk sum passa saman við frítíðini, men ofta er tað bara so, at tað skal vera har. Og tá okkurt er í Havn, so ber eisini til at yvirnátta har, um tað skal vera,” sigur hann.


Framtíðar útbyggingarverða eitt framstig

“Eg haldi at tað er gott, at íbúðir verða bygdar í Klaksvík. Tað skal vera eitt stað mitt í býnum, har lív er í. Eg haldi eisini at tunnilin til Havnar verður góður – serliga um tunnil eisini verður gjørdur millum Skálabotn og Gøtu, sum stendur í langtíðarætlanini hjá Landsverk.”

Jógvan sær stórar møguleikar í teimum útbyggingunum, sum í løtuni verða gjørdar.

“So verður góður hálvur tími at koyra til Havnar. So um tú kanst arbeiða har og kanska fara aftur um kvøldið, – hálvur tími at ferðast, tað er ikki tað stóra. Eg vænti at tað verður heilt positivt. So verður Runavíkin eisini har. Eg rokni við at nógv fer eisini at henda har.”

Jú møguleikarnir eru nógvir at betra um umstøðurnar, og umstøðurnar hava eisini longu nú nógv at bjóða – eisini fólki, ið hava búleikast uttanlands.

“Mær dámar ótrúliga væl í Klaksvík,” sigur Jógvan Svabo Samuelsen.

Í ár helt hann páskir í Athen í Grikkalandi.