Ikki so fá munnu hava tikið sær frælsi til at njóta framúr sólskinsdagin í dag, bæði við at arbeiða úti og eisini kanska at taka sær eina fríløtu. Tað seinasta gjørdi Jastrid Gullaksen í dag. Hon fór ein túr út í gomlu Klaksvíkina við myndatólinum.
Har fingust teir á Brimli við eitthvørt, ímeðan manningin á Ågot og ikki minst teir á Fiskakletti. Jákup Petersen, bóndi á Viðareiði er eisini kringur í trolarbeiðinum, her hann situr á grunninum við nál.









































