icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útiløgukattar

Oliver Joensen

Bæði á Skálatoftum og í Múlahaga hava harumenn varnast útiløgukattar.

Av Skálatoftum frætta vit frá harumonnunum, at ein svartur útiløgukøttur hevur verið at sæð, og harumenninir eru eisini komnir fram á harurov, sum teir halda at útiløtukøtturin hevur verið atvoldin til.
Úr Múla frættist eisini um útiløgukøtt. Ein av harumonnunum skeyt eitt skot eftir honum, men fekk hann ikki. Sagt verður at køtturin var ikki stórur, og tí halda menn kanska at fleiri eru í haganum. Hesin sum sæddur var í Múla var svartur og bert ein "hálvvaksin" ketta.
Á Skálatoftum fara teir at royna at seta upp eina kettufellu.

Harleywoodpaint