Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útisetar skjóta ólavsøkuna í gongd nú!

Danial Viðoy

Eftir at liðini hava vunnið hvør sín dyst seinastu árini, kann annar parturin sostatt í ár leggja seg á odda í innanhýsis stríðnum. Vónandi verða nógvir áskoðarar og stuðla liðunum báðum. Dysturin verður sum sagt spældur á ovara vølli í Gundadali kl. 20.00 og tað verður Erling Eysturoy, ið fer at halda skil á.

Tíðindaskriv frá ÍF Føroyum / FF Klettum:

Føroyskir fótbóltsútisetar í Danmark møtast í kvøld kl. 20.00 á ovara vølli í Gundadali, tá ið ÍF Føroyar úr Keypmannahavn og FF Klettar úr Aarhus á triðja sinni dystast í ólavsøkudysti.

Eftir at liðini hava vunnið hvør sín dyst seinastu árini, kann annar parturin sostatt í ár leggja seg á odda í innanhsis stríðnum. Vónandi verða nógvir áskoðarar og stuðla liðunum báðum. Dysturin verður sum sagt spældur á ovara vølli í Gundadali kl. 20.00 og tað  verður Erling Eysturoy, ið  fer at halda skil á.

Kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum tekur sama dag ímóti kvinnuliðnum hjá HB og tann dysturin verður spældur nú kl. 17, somuleiðis á ovara vølli. Hetta er av sonnum ein styrkiroynd hjá føroysku kvinnunum í Keypmannahavn og tískil eisini ein spennandi uppgerð.

Við fótbóltskvøðu
Føroyskir fótbóltsútisetar í Danmark