Tað er tann útisetin, sum útihýsir sær sjálvum. Er hetta tilvitað ella ótilvitað, veit eg ikki. Men Føroyar skal ikki hava høvuðbrýggjan av teimum, sum útihýsa sær sjálvum. Føroyar skal heldur skapa karmar og umstøður fyri teir útisetar, sum hava hug til Føroyar.
Tað er tann útisetin, sum útihýsir sær sjálvum. Er hetta tilvitað ella ótilvitað, veit eg ikki. Men Føroyar skal ikki hava høvuðbrýggjan av teimum, sum útihýsa sær sjálvum. Føroyar skal heldur skapa karmar og umstøður fyri teir útisetar, sum hava hug til Føroyar.
Eg skilji ikki, at summir útisetar vænta sær ein bóndagarð við øllum hentleikum, tá ið teir koma heim eftir loknan lesnað. Vánirnar eru alt ov stórar hjá summum útisetum, so stórar, at hendan vónin ger tað ómøguligt at flyta heimaftur á klettarnar. Teir útisetar, sum sjálvir gera tað ómøguligt at flyta heimaftur, skulu bara lata vera við at koma heimaftur. Politikkarar og føroyingar annars skulu heldur vara um tey, sum velja Føroyar við at koma heim og tey, sum velja Føroyar við at verða verandi.
Tað er munur á 6 milliónum og 50 túsund
Í Danmark búgva 5,6 milliónir fólk og Føroyum búgva tað 50 túsund. Sjálvandi eru teir somu møguleikarnir ikki í Føroyum eins og tað eru í Danmørk. Hetta er logikkur fyri búrhøsn, fyri at brúka eitt ”serføroyskt” orðatak.
At Føroyar er eitt fólkafátækari land enn Danmark ger, at munurin á londunum eisini er stórur. Tað er ikki eitt Fakta, Netto ella Føtex á hvørjum tanga í Føroyum. Í Føroyum hava vit ein køk út fyri hvørt eitt einasta vindeyga. Tak tráðu í hond og fiska eina fisk. Tað er munur á einum stórum og einum lítlum landi.
Hóast hetta, eru nógvir møguleikar í Føroyum. Teir eru bara ikki eins eyðsýndir. Tað skal eitt sindur av einum kreativum heila til, fyri at virka í Føroyum. Soleiðis eru treytirnar. Tað er einki nýtt í tí. Nei, livihátturin hjá 6 milliónum og 50 túsund verður ongantíð eins.
Danmark verður ongantíð Føroyar
Eg eri sjálvur útiseti í Danmark. Tað er ein frálíkur møguleiki at útbúgva seg í einum øðrum landi enn í heimlandinum; nakað eg eri takksamur fyri. Nú hugsar lesarin kanska: pínadoyð hasin torir og er bersøgin. Ja, eg tori, tí eg komi heimaftur.
Eg havi varhugan av, at summir útisetar, sum eg dag og dagliga hoyri og síggi, halda at Føroyar skal vera eins og Danmark. Útisetin hugsar óbeinleiðis, at tá ið Føroyar er vorðið eins og Danmark, tá flyti eg heimaftur. Danmark verður ongantíð Føroyar og øvugt. Í Føroyum hava vit fjøll og hav út fyri hvørt vindeyga. Í Føroyum hava vit ’vánaligt’ veðurlag í mun til tað danska. Í Føroyum hava vit ikki arbeiðspláss til allar løgfrøðingar, búskaparfrøðingar, granskarar; av tí einfaldu orsøk at eitt lítið land hevur ikki brúk fyri eins nógvum slíkum og eitt stórt land hevur.
Eg havi onki ímóti løg-, búskapar- og øðrum frøðingum. Men mær hóvar ikki teir útbúnu útisetar, ið bert vænta sær og krevja. Tann útisetin, ið hevur lyndið at útihýsa sær sjálvum, ger júst tað: væntar sær og krevur. Snakkar ringt um Føroyar, byrjar at grenja um at eingir arbeiðsmøguleikar eru í Føroyum og ja, tekur synd í sær sjálvum, tí politisku Føroyar onki vilja hava við viðkomandi at gera; og byrjar at greiða øðrum frá, at Føroyar eru á skeivari kós.
Hví byrjar hesin at hugsa soleiðis, hví byrjar hann at hugsa, at Føroyar eru á skeivari kós. Eg havi ein pástand: útisetin hugsar soleiðis, tí at Føroyar ikki eru líka sum Danmark. Um nakað av hesum pástandi er rætt, so er hesin hugsanarhátturin skammiligur. – Hvussu í ólukkan kunnu somu arbeiðsmøguleikar vera hjá 6 milliónum í mun til 50 túsund? – eg spyrji bara.
Føroyar er einki annað land
Eg elski Føroyar, eg leingist heim, eg gleði meg at koma heimaftur og eg gleði meg at sleppa heim at gera mun. Eg gleði meg at sleppa heima at fiska mær ein døgurða, eg gleði meg at sleppa at fleyga ein lunda, havhest ella hvat tað skal vera, eg gleði meg at sleppa at liva í Føroyum. – Føroyar er ikki bara omanfyristandandi, men hevur verið fyri eini stórari menning.
Fyrr snúði Føroyar seg um at yvirliva, nú liva vit í Føroyum. Tað er stórt í einum landi, sum liggur einsamalt í Norðuratlantshavi. Føroyar hava ongantíð havt tær veðurlagstreytir sum nógv onnur lond. Tað hevur verið eitt satt stríð at yvirliva í Føroyum. Nú liva fólk í Føroyum. Nógv liva eisini sínar dreymar í Føroyum, tað veri seg innan gransking, framleiðslu og sum ’ganska gemenir’ arbeiðarar. Tað eru nógv sløg av arbeiði eftir í Føroyum, og eg eri fullvísur í, at grava vit djúpari, eru nógv onnur spennandi arbeiðspláss at finna.
Men tað er ikki uppgávan hjá føroyskum politikkarum at finna hesi arbeiðini. Tann einstaki skal finna hesi sjálvur. Og útisetin, sum útihýsur sær sjálvum, má taka seg saman og lata vera krevja ein bóndagarð við øllum hentleikum og feitari løn. Føroyar er eitt land, sum enn ber eitt sindur brá av, at fólk skulu yvirliva til tess at fáa gerandisdagin at hanga saman. Føroyar er ikki Danmark við nógvum arbeiðsmøguleikum. Arbeiðsmøguleikararnir mugu gerast av eintingum í Føroyum og tað nýtist ikki at vera politikkarin, sum letur hurðina upp fyri útisetanum.
Eg havi hug at sitera Bjørn Kalsø, sum segði á Fólkafundinum í Føroyingarhúsinum í Keypmannahavn: ”kom bara heim. Tað kann gott vera at tú byrjar við einum hamari í hond, men at tú endar við einum góðum sessi, har tú fært brúkt tínar útbúnu førleikar”. Lat vera við at koma heim og vænta tær gull og grønar skógir. Føroyar er einki annað land enn Føroyar.




