Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útjavningarskipan fyri vørugjald

John William Joensen

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður vil hava at vita, um landstýrið hevur ætlanir um at gera eina útjavningarskipan fyri vørugjald, nú allur farmaflutningur fer um havnalagið hjá høvuðstaðarkommununi

Í viðmerkingunum til munnligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, vísir Kári P. Højgaard á, at tey trý skipafeløgini, sum flyta farm til og úr Føroyum, flyta alt umvegis havnalagið hjá høvuðstaðarkommununi. Av hesi orsøk enda allar inntøkur av havna, brúgva- og vørugjaldi í tí eina havnakassanum.

Tá Skipafelagið Føroyar hevði farmaflutning, høvdu teir avgreiðslur í teimum størru plássunum. Tórshavn, Saltangará, Klaksvík, Tvøroyri og Fuglafjørður vóru upp- og avskipingarhavnir og fingu tær havna, brúgva- og vørugjøld. Hesar kommunur hava gjørt rættuliga stórar íløgur í havnaløg, og pakkhús eru bygd á havnaløgunum til sama endamál.

Høvuðsreglan hevur verið, at vørugjaldið verður goldið fyri vøruna, sum fer um kajkantin. Trupuleikin er, at allar hesar kommunur, sum í dag sita við vælútbygdum havnaløgum og ongari skipaferðslu, framhaldandi skulu taka ímóti bingjunum á havnaløgunum. Tær verða fyltar eins og áður, men í staðin fyri at verða lossaðar umborð á skip, kemur ein trailari og dregur bingjurnar einar 50 til 70 kilometrar til Havnar og fáa kommurnar tí einki inn í vørugjaldi.

Í Suðuroynni er sama skilið, tí har skal allur farmur, í og úr oynni, fraktast við Smyrli. Kommunurnar í oynni fáa tískil heldur onga krónu í vørugjaldi, tí vøran kemur og fer við Smyrli og ikki beinleiðis við farmaskipinum.

Spurningurin er, um landstýriskvinnan heldur tað vera rímiligt, at øll inntøka av farmaflutningi kemur einari kommunu til góðar.