Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útjavningin og Tivoli hjá Siri Stenberg og Dialysuviðgerð

Óli Matras Lassen

Nu um dagarnar eftirlýsti Siri Stenberg hví býráðsvalevnir ikki tosa um útjávning, og kallaði valliftini ella politikkin fyri Tivoli. Tá býráðspolitikkarar ynskja at byggja skúlar, ítróttarhallir, røktarheim og betra tænastuna innan eldraøkið, sum landið ikki megnaði. Tá vit eisini royna at betra um búðstaðarmøguleikarnar sum landið heldur ikki megnar. Tí hava vit kanska fleiri 1000 borgarar í landinum í hava ynski um at fáa hóskandi bústað.

Útjávning er ikki so einfalt sum onkur vildi hildið, men nú landspolitikkarar, búskaparráðið og stjórin á Hagstovu Føroya siga, at kommununar hava ov nógvan pening og kundi framt eina útjavning skal eg vísa á, at í Danmark hevur man útjavning og íløgukarmar v.m. Har skulu amt ella kommunupolitikkarar standa skúlarætt í Fólkatinginum. Í Føroyum hava vit eina lóg sum ikki loyvir kommununum at hava skuld omanfyri eina álíkning. Tí eru kommunurnar neyvt stýrdar.

Tit í høvuðsstaðnum hava eittans endamál og tað er at fáa meiri makt, tað verið seg yvir kommununum ella teimum sjálvstøðugu sjúkrahúsunum.

Útjavning

Tað er løgið at spyrja býráðspolitikkarar um útjavning, heldur enn tit sum kunnu lóggeva á økinum arbeiða við tí, nú tit eru so áltráð eftir at sleppa at stýra enn meira, so verur jú meira á hillunum í tivilinum hjá tykkum.

Skulu vit hava útjavning, so kanst tú gera sum Fólkaflokkurin gjørdi flutti ein stovn til Surðoynn og ein stovn til Vágarnar. Vit kunnu altíð taka Fiskimálaráðið og Heilsumálaráðið til eysturoynna og norðoyggjar. Tað er verulig útjavning úr sterkastu kommunu í landinum. Eisini kundi tit lóggivið soleiðis at framleiðslukommunurnar fingu part av vørugjaldinum sum fer um stórstu útflutningshavn í Føroyum. Hetta kundi verið ein sunn útjávning og náttúrlig. At geva kommununum kunstigan stuðul førir bara til stagnatión og drenar tær bestu kommunurnar fyri menningar- og trivnarmøguleikum og tá verða vit øll verri fyri í Føroyum. Um løgtingið hevur hug at senda pening til ávísar kommunur so er at gera tað.

Heilsuskipanin

Nú vit tosa um útjavning og tivoli so haldi eg at tit veruliga skuldi byrja at tilført Føroyska Heilsuverkinum neyðuga játtan. Tað mangla minst 50 mió kr bara fyri at koma uppá eitt hóskandi støði. Einar 100 milliónir í nøkur ár hevði kanska klára at stabilisera heilsuverkið so tað var á sama støði sum í okkara skandinavisku grannalondum. Hava tit rinda yngru læknunum fyri teirra ivirtíðararbeiði ?. Um fólk skulu til kanning ella til eygalækna ella oyralækna so er bíðitíðin fleiri mánaðar. Kommunulæknaskipanin er í smildri.

Dialyuviðgerð

Annars var sjálvur danski heilsumálaráðharring á donskum TV og greiddi frá, at nú skuldi dialysusjúklingar fáa tólini til hús og nevndi hon at sjúkrusverkið mátti flyta seg nærri at tørvinum hjá sjúklinginum, so mín áheitan á teg er, at fáa sett dialysuviðger á stovn í Klaksvík ella sum í Danmark seta tólini upp heima hjá sjúklinginum.

Fiskivinnan og útjavning

Nýggjasta hugskotið hjá samgonguni er at drena stóran part av yvirskotinum úr fiskivinnuni og harvið eisini minka um partafelagsskattin og inntøkur kring landið sum heild hjá kommununum, og tá verður kanska neyðugt við enn meiri útjavning. So hald tykkum vekk frá tingum sum virka og royni ikki at oyðileggja tað í er bygd upp gjøgnum seinastu hálvu øldina.

Brot úr grein um dialysuviðgerð:

Patienterne vil helst behandles hjemme, når de får valget

Videnscenter for Brugerinddragelse under Danske Patienter fremlægger i dag resultaterne af projektet “Det Brugerinddragende Hospital”.

I 2014 mødte 72 procent af dialysepatienterne op på Aarhus Universitetshospital for at få behandling. I 2015 åbnede hospitalet mere op for, at patienterne kunne sidde hjemme i stedet, og så faldt tallet til 15 procent. (Foto: claus fisker © Scanpix)

AfEmma Lichscheidt

Når borgerne får valget om, hvordan og hvor de vil behandles, vælger de i stigende grad at blive behandlet derhjemme.

Det viser erfaringerne fra projektet Det Brugerinddragende Hospital, som Videnscenter for Brugerinddragelse (ViBIS), der hører under Danske Patienter, fremlægger i dag.

På Nyremedicinsk Afdeling på Aarhus Universitetshospital har man som noget nyt valgt at inddrage patienterne systematisk i beslutningen om, hvilken type dialyse patienten skal have.

Den beslutning har ændret på tallene. I 2014 fik 72 procent af patienterne dialyse på hospitalet, mens tallet i 2015, da man brugte den nye metode, var 14 procent.

Det nye projekt sparer tid både for personalet og for patienterne, der slipper for de tre ugentlige ture på hospitalet.

http://www.dr.dk/nyheder/regionale/oestjylland/patienterne-vil-helst-behandles-hjemme-naar-de-faar-valget