Ja, tað eigur at vera soleiðis, at útlendingar, um eru giftir við føroyingum, og sum velja at búseta seg her, eiga at sleppa til arbeiðis skjótast gjørligt. Hetta sigur Hendrik Old, landsstýrismaður í svari til fyrispurning frá Kára P. Højgaard, tingmanni fyri Nýtt Sjálvstýri.
Nær ferð yvirtøkan fram?
Kári P. Højgaard, tingmaður vil eisini hava svar uppá, nær væntast kann, at umsitingin og avgreiðsla av arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður yvirtikið sum føroyskt sermál?
Í svari sínum viðgongur landsstýrismaðurin at tað vísir seg at vera trupult at finna eina loysn. Arbeitt verður framhaldandi við málinum.
196 útlendingar hava søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum síðani 2013.
Sí svari frá Hendrik Old, landsstýrismanni uppá fyrispurningar frá Kára P. Højgaard, tingmanni fyri Nýtt Sjálvstýri, sum er hjálagt:




