Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingarnir fáa reyðu kortini

Jákup Ósá

18 reyð kort eru komin í landskappingini higartil í ár. Útlendingarnir fáa lutfalsliga nógv fleiri reyð kort enn føroyingarnir.

18 reyð kort eru komin í landskappingini higartil í ár.

Uppgerð vísir, at higartil í ár hava 24 útlendingar spælt við í Effodeildini, um vit seta markið til at hava spælt 400 minuttir. Tað umfatar eisini nærum allar útlendingar, sum hava sáttmálar í feløgunum. 99 føroyingar hava spælt 400 minuttir ella meir. Sostatt eru 123 leikarar, sum hava spælt meir enn 40 minuttir, har útlendingarnir eiga 19,5 % av hesum leikarum, meðan føroyingarnir eiga 80 % av hesum leikarunum. Men hetta býtið sást ikki aftur, tá vit hyggja eftir, hvørjir leikarar fáa tey reyðu kortini í Effodeildini.

Tí av teimum 18 reyðu kortunum, sum eru givin í Effodeildini í ár, so hava útlendingarnir fingið 9 av teimum ella 50 %. So kann ein spyrja, um tað eru útlendingarnir, sum duga ov illa at tilpassa seg til markið fyri at fáa reytt kort í Effodeildini ella um teir vera harðari dømdir enn føroyingarnir? Tað eru helst ymiskar meiningar um, men í øllum førum er áhugavert at síggja stóra munin. Niðanfyri kunnu útgreiningarnir av hesum úrslitunum síggjast. Keldan er FaroeSoccer.

Útlendingar í landskappingini við fleiri enn 400 minuttum:

Lukasz Cieslewicz (B36)

Ibrahima Camara (B36)

Alex dos Santos (HB)

Geza Turi (Víkingur)

Filip Djordjevic (Víkingur)

Mayowa Alli (KÍ)

Jonas F. Rasmussen (KÍ)

Ndende A. Guéye (KÍ)

Evrard Blé (KÍ)

Kenan Hajdarevic (KÍ)

András Gangó (NSì)

Nenad Saric (ÍF)

Pedrag Markovic (ÍF)

Adeshina Lawal (ÍF)

Clayton Soares ÍF)

Andri Freyr Bjørnsson (TB)

Reynir Magnusson (TB)

Ivan Stojkovic (TB)

Albert Adu (TB)

Franck Odje Able (TB)

Christian Ibeagha (FC Suðuroy)

Mamuka Toronjadze (FC Suðuroy)

Valerian Iobashvili (FC Suðuroy)

Dmitrije Jankovic (AB)

Tilsamans: 24 leikarar

Í Effodeildini hava tilsamans 99 føroyingar spælt 400 minuttir ella meir:

NSÍ: 11 leikarar

B36: 10

HB: 10

Víkingur: 9

KÍ: 7

TB: 9

ÍF: 12

FC Suðuroy: 9

AB: 11

EB/Streymur: 11

Tilsamans 99 leikarar

Í landskappingini eru 18 reyð kort givin higartil. Teir sum hava fingið reyðu kortini eru:

Adeshina Lawal 2

Beinir Ellefsen

Lukasz Cieslewicz

Hanus Thorleifsson

Karl Løkin

Jonas F. Rasmussen

Mayowa O. Alli

Jens Joensen

Arthur Poulsen

Martin Tausen

Albert Adu

Ivan Stojkovic

Høgni Madsen

Valerian Iobashvili

Jón Krosslá Poulsen

Atli Gregersen

Geza Turi


Føroyingar: 9 reyð kort (50 %)

Útlendingar: 9 reyð kort (50 %)