Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlitini eru ikki tey bestu og tí bíða teir

Oliver Joensen

Atlantic Navigator og Christian í Grótinum liggja í løtuni í Ánunum. Skipini bæði koma helst at liggja eina viku ella so.

Tað hevur ikki verið tað stóra at fáa í seinastuni av svartkjafti, og tí rokna reiðaríini við, at skipini koma at liggja nakað, til tað gongur móti betri tíð. Teir hjá Christiani í Grótinum ætla á makrelveiðu um nakrar dagar, men teir umhugsað eisini at fara norður ímóti Svalbard, har eitt nú Skálaberg hevur fingið nakað av kongafiski. Reiðaríið hjá Atlantic Navigator hevur avgjørt at báturin skal liggja í eina viku ella so. Nógv var leitað eftir svartkjafti, sum er einasta fiskaslagið, ið Atlantic Navigator roynir eftir, men teir truffu ikki rættuliga við, so teir geva sær góðar stundir áðrenn farið verður avstað aftur.