Gamlaárskvøld verður nýggjárs heilsan frá løgmanni send í Kringvarpinum. Løgmaður sigur at nýggjársheilsanin er ikki ein politisk røða, sum eitt nú Ólavsøkurøðan. Men eg havi lagt dent á at hava eina positiva og víttfevnandi røðu sum øll kunnu eiga lut í, sigur Løgmaður.

– Eg haldi at tað er merkisvert hvussu væl føroyska samfelagið er komið í gjøgnum fíggjarkreppuna og ein stórur partur av æruni fyri hesum liggur hjá vinnulívinum. Arbeiðsloysið í Føroyum er ikki nær námint so høgt sum í grannalondunum. Fráflyting er vend til fólkavøkstur. Meðan flestu lond í Evropa hava stagneraðir búskapir ella uppliva eina búskaparliga afturgongd, hava vit sum eitt av fáu londunum í heiminum ein búskaparvøkstur. Í 2013 hevur alivinnan og pelagiska vinnan verið tvær sólskinnsøgur og ongantíð áður hevur útflutningsvirði verið so høgt sum tað er í 2013. Heimaflotin hevur ikki havt tað so gott seinastu árini, men tá hann kemur fyri seg aftur fara vit at síggja ein búskaparvøkstur sum kanska kann verða eini 15 – 20%.
– Eisini eiga vit at fegnast um okkara útisiglarar sum gera eitt sera gott arbeiði og harvið geva føroyingum eitt gott umdømið uttanlanda og eisini geva føroyska búskapinum og samfelagnum eitt týdningarmikið íkast. Samanumtikið er so mangt sum eg sum løgmaður kann fegnast um og tað er alt sum talar fyri at 2014 verður eitt gott ár fyri Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður í stuttari viðmerking.