Í morgun vóru allir íslendsku bankarnir fyrst fluttir á eina “observatiónslista” fyri síðani at verða tikinir av børsinum
Talan eru um seks bankar herundir Kaupthing Banki.
Orðsøkin er at ivi er um prísásetingina á banka virðisbrøvunum tí útmeldingarnar frá íslendsku stjørnini geva ábendingar um at ikki allir investorar hava atgongd til somu upplýsingar.
Bankarnir halda útsølu
Gjárakvøldið segði íslendski forsatisráðharrin at tað var gjørd ein semja millum bankarnar og statin um at bankarnari fóru at selja seg úr útlendskum íløgum, fyri at tryggja íslendska búskapin.
"Bankarnir kunnu ikki longur tryggja aktionerunum at følsamir upplýsingar ikki leka út, var sagt í einum tíðindaskriv frá íslendska finanstilýninum.
Stigið verður tikið fyri at tryggja aktionerum somu rættindi.
"Finanstilsynet er kommet til den konklusion, at usikkerhed om selskaberne kan forstyrre normal prisdannelse og at handel dermed kan vise sig skadelig for aktionærerne"
Sambart fleiri tíðindastovum verður framhaldandi samráðst um eina bjargingarætlan millum íslendsku stjørnina og bankarnar.




