Heimasíðan hjá Útnorðurráðnum, sum er ein so góður og upplýsandi miðil, er ikki dagførd síðani august í fjør
Ígjár, tá samtyktir í Útnorðurráðnum vórðu viðgjørdar í løgtinginum, helt Jógvan við Keldu, sum var framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum og sum nýggjur limur í Uttanlandsnevndini, fyri, at neyðugt var, at útnorðurlondini áttu at profilera seg betur og í felag bæði yvirfyri eystara partinum av Norðurlondum og eisini sum heild í Europa.
Hann vísti á, at t.d. ES brúkti tíggu feðir meira til at upplýsa um sítt virksemi enn Norðurlandaráðið fyri hvønn borgara, meðan Norðurlandaráðið hóast alt ger nógv burtur úr at selja sítt virksemi til Europa.
Tí , helt hann, at Útnorðurráðið eigur at gera nógv meiri við at upplýsa um sítt virksemi, um reint umhvørvi og um tilfeingið í havinum, og um at fara burðardygt um við okkara tilfeingi.
Hann vísti sum nakað løgið á, at heimasíðan hjá Útnorðurráðnum, sum er eitt so gott reiðskap, og sum verður brúkt nógv, serliga av yngra fólkinum, ikki var dagførd síðani augustmánað í fjør.




