Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Útoyggjastuðulin hækkaður 300.000 krónur

Tíðindaskriv

Áhugin fyri at gera tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjarnar er vaksin seinnu árini og nú er stuðulin til útoyggjamenning hækkaður 300.000 í mun til í fjør. Samlaða játtanin í ár er 1,1 mió. krónur.

– Útoyggjarnar eru okkara dýrgripir. Eg upplivi, at alt fleiri fólk – yngri sum eldri – fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum. Samstundis sum ynskið um eitt burðardygt lív nærri náttúruni tykist vinna frama. Tað má vera okkara uppgáva í politisku skipanini at virka fyri, at møguleikarnar verða til tess og er útoyggjastuðulin ein partur av hesum, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í viðmerking.

Í fjør fingu 18 verkætlanir stuðul til útoyggjamenning. 26 umsóknir vóru. Sí yvirlit yvir verkætlanirnar her. Freist at søkja um stuðul til útoyggjamenning í 2019 er 1. februar.  

Harleywoodpaint