Tað hevur verið sjaksveður í nátt, sigur Oddmar Niclasen, skipari á útróðrarbátinum Bragd. Fiskiskaðurin hevur verið lakari í nátt eisini orsakað av veðrið, vit hava avreitt góð 4000 pund, men tað er hýsan sum manglar, tí næstan alt er toskur har vit hava verið norðanfyri. Tað hevur sæð gott út fyri fiskiskapinum nú, tí eitt nú í gjár, fingu at kalla allir bátarnir 100 pund og meira upp á stampin og tá hugsi eg um bátarnar sum vóru heilt vestarlaga og eystarlaga afturat okkum, sum vóru her norðanfyri. Heystið var forferduligt, so tað er at vóna at vit nú fara at fáa nakrar góðar útróðrardagar. Fyribils, so siga veðurmenninir frá nógvum vindi fram til mánadagin, sigur Oddmar Niclasen at enda.
Kallanes avreiddi 7.300 pund á fiskamarknaðinum í dag, men tað er veiðan í tveir dagar. Í morgun avreiddi Líðhamar hálvt sætta túsund, Norðsøki hálvt fimta, Bragd gott fýra og Brandur góð fimm túsund pund.



