Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðrarbátarnir fáa nógvan tosk

Oliver Joensen

Tað hevur gingið betur hjá stóru útróðrarbátunum í seinastuni. Í gjár lógu teir ímillum 6000 og 10000 pund.

Sum fiskiskapurin hevur verið á einari leið, siga teir í egningarskúrðunum á Stongunum og við landingarplássið hjá Fiskamarknaðinum.

Líðhamar hevði 10000 pund í gjár og góð 8000 pund ídag. Tá vit vóru á støð hjá Líðhamri ídag, varð sagt, at av teim 8000 pundunum vóru góð 5000 pund av toski.

"Hýsan er ikki til", søgdu teir. Beint øvuðgt av tí sum fiskifrøðin sigur.