Í nátt hava útróðrarbátarnir roynt norðanfyri.
Fiskiskapurin hevur verið nakað lakari enn hann var mánadagin. Líðhamar hevði ein góðan túr, tí av teimum 9500 pundunum var áleið 8000 pund av toski. Summir av bátunum vera seinir aftur, meðan aðrir avreiða fyrrapartin.
Líðhamar 9500 pund
Norðsøki 9500 pund
Kallanes 7000 pund
Í morgun skrivaðu vit um nakað minni nøgdir hjá summum bátum. Men tað er tí, at ein partur av veiðuni hjá Kallanes og Norsøka verður seldur í dag niðanfyri Á-handilin í Klaksvík, har Kallanes og Norðsøki vanliga liggja. Feska hýsan verður seld millum kl. 16.00 og 19.00 ella so leingi nakað er eftir.



