Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðrarbátarnir hava verið høgligir í nátt

Oliver Joensen

 Bragd landaði 4.000 pund av toski og hýsu til NFCS fyri løtu síðani. Oddmar Niclasen, formaður á Bragd sigur, at veðrið hevur verið sera vánaligt í nátt, tí hava útróðrarbátarnir verið høgligir.

Fiskiskapurin hevur verið misjavnur. Haldi at Kallanes hevur boða frá 6.000 pundum, teir hava vist verið í Djúpunum, Brandur hevur landað 3.800 pund. Annars hevur verið eitt sløð at fingið, vit høvdu ein túr uppá 6000 og ein upp á 7.000 pund, hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku, sigur Oddmar Niclasen, formaður á Bragd.