Jónleif Johannesen, tingmaður, segði við Norðlýsið í juni, at tað ber ikki til at skerja dagarnar hjá útróðrarbátunum, sum eru í vinnu.
Jónleif Johannesen, tingmaður, segði við Norðlýsið í juni, at tað ber ikki til at skerja dagarnar hjá útróðrarbátunum, sum eru í vinnu.
Tað kom sum ein skelkur fyri tingfólk í samgonguni, at Havstovan í juni mælti til at skerja fiskidagarnar í komandi ári við 50 prosentum av brúktu døgunum. Hetta svarar til heili 70 prosent av útlutaðu døgunum.
Samgonguskjalið sigur, at allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur, og hetta var tað sum Havstovan vísti á var lívfrøðiliga burðardygt.
Í samrøðu við Norðlýsið segði Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, at tað ber ikki til at skerja dagarnar hjá útróðrarbátunum, sum eru í vinnu.
”Teir hava sum er alt ov fáar dagar og hava mist sera nógv seinastu árini,” segði hann.
Jónleif Johannesen hevur eisini róst Høgna Hoydal, fyri at hava skaffað línuskipunum rættindi á fremmandum leiðum, men júst fiskiskapin á fremmandum leiðum verða hesi skipini, sambært uppskotinum, nú revsað fyri.
Vit royndu í morgun at fáa eina viðmerking frá Jónleifi Johannesen, fyri at vita, um hann kortini ætlar at taka undir við at skerja dagarnar hjá útróðrarbátum, sum skotið verður upp, og um hvat hann heldur um tað, at skip missa dagar, um tey hava fiska á fremmandum leiðum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á tingmanninum.




