– Ætlanirnar hjá samgonguni taka grundarlagið undan allari fiskivinnuni, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, sum hevur boða til fundar.
– Politisku ætlanirnar hjá samgonguni eru ótolandi fyri fiskivinnuna, sigur Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna í kvøld
Í morgin kl. 10 er umboðsnevndin í Meginfelagnum kallað saman til fundar, sum er mannað við umboðum úr øllum útróðrarfeløgum í landinum.
Týsdagin verður fyrsta viðgerð av lógini um vinnuligan fiskiskap í løgtinginum og tað er í hesum sambandið, at umboðsnevndin í Meginfelag Útróðrarmanna er kallað saman.
– Tilmælið frá landsstýrismanninum og tey signal, sum eru komin út um ætlanirnar hjá samgonguni annars eru ein katastrofa fyri alla fiskivinnuna.
– Í morgin fara vit at umrøða hvat gerast kann og møguliga fara vit at seta tiltøk í verk.
– Men tað er púra greitt at verður uppskotið frá landsstýrinum samtykt í tinginum – so merkir hetta at 90% av flotanum fer at húsagang – og er hetta talið ikki tikið úr leysum lofti.
– Veruleikin er, at bátar, sum í dag eru í vinnu, eru noyddir at keypa dagar og um teir nú verða skornir niður í eina helvt so verður grundarlagið tikið undan allari vinnuni.
– Samstundis arbeiðir samgongan við at avtaka sjómannafrádráttin og minstulønina – so tað er eingin ivi um at ætlanin er at útrudda alla vinnuna.
– Sum bót oman á hendan skaða verður sagt at nú skal verða frítt at senda fiskin av landinum??
– Alt annað líkað fer hetta eisini at taka grundarlagið undan fiskivinnuni á landi.
– Eg dugi ikki at siga hvør niðurstøðan verður av fundinum í morgin – men vit kunnu ikki longur sita hendur í favn.




