Á søluni í dag vóru: Norðsøki 6.800 pund í gjár og 5.500 pund ídag, Brandur 4.800 pund og Dalsenni 4.100 pund. Í Samrøðu við Hera Vang á Norðsøka segði hann seg vera nøgdan við veiðuna, tað hevur ikki gingið eftir vild við fiskiskapinum hjá okkum nú nakrar túrar, men í gjár og í dag gekk betur. Vit tosaðu við Hera í kvøld, tá teir vóru komnir suður um Borðoyarnes á útróður: “Veðurmenninir boðað frá nakað av vindi í morgin, so eg avgjørdi bara at fara so skjótt sum til bar og vit verða helst eit sindur høgligir her sunnanfyri í nátt”.



