Bátarnir sum hava verið á søluni í morgun: Bjørgvin 4.600 pund, Líðhamar 10.000 pund, Norðsøki 8.000 pund og Stakkavík 5.600 pund.
Vit ringdu norður í Sund til Janus Sørensen, skipara á Brandi. Brandur var nevniliga ikki á søluni í morgun. Nei, segði Janus, vit hava ikki verið úti í nátt, vit vóru mánadagin og týsdagin og teir dagarnar høvdu vit 9.000 pund og sløk 8.000 pund. Um býtið av fiskaslagnum, segði Janus Sørensen, at umleið ein triðingur av veiðuni var toskur, restin hýsa og annar fiskur.



