Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Útróðurin – toskurin letur bíða eftir sær

Oliver Joensen

Útróðrarbátarnir fáa nógva hýsu. Men toskurin letur bíða eftir sær. Prísurin á hýsuni svingar nógv, teir lata væl at um teir fáa eini 11-12 krónur kilo, men so skjótt nógv er á marknaðinu av hýsu, so skramblar prísurin niður á einar 6-7 krónur fyri kg.

Í dag seldi Líhamar 9.600 pund á uppboðssøluni. Brandur hevði 8.000 pund í dag, harav 1.100 pund var toskur. Í gjár avreiddi Brandur 7.500 pund harav 2.200 pund av toski. Bragd var ikki á útróðri í dag, men fer í kvøld einaferð. Í gjár hevði Bragd 8.500 pund harav 2.700 pund var toskur.