Eftirspurningurin hevur verið stórur til tiltakið, Bacalao í Varpinum, sum verður í Varpinum leygarkvøldið 24. februar kl. 19 – Nú er útselt.
Hetta er eitt Flemmish Kap-kvøld, har tað verða sagdar søgur frá Flemmish Kap og annars hugleiðingar um gamlar dagar á hesum fjarlagdu leiðum.
Onkur vil vera við, at man ikki kann kalla seg rættan Flemmish Kap´ara, um tú ikki hevur verið við skipi, ið ikki var yvirdekkað s.s. Pison, Kvikkur, Jógvan S, Klakkur – seinni Stella Maria og Karina. Eisini er sjálvsagt talan um Brestir Beinir, Garðabátarnar og fleiri.
Gutti stendur við grýturnar
Gutti Winther bjóðar eina betri Flemish Kap-máltíð. Her er talan um rávøru frá Kósini, ið verður viðgjørd við íblástri frá Miðjarðarhavinum, sum til høvið verður kallað Bacalao í Varpinum – fyrsta floks saltfiskur og annar fiskaúrdráttur.
Ein góður kaffimunnur við fyrsta floks køku frá Mariettu er eisini á skrá.
Gunnar Nolsøe hevur eitt afturlítandi tónleika-søgubrot við góðum tónleiki frá gomlu Flemmish Kap-tíðini.







