Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útspilling av Høgna Hoydal send úr Fíggjarmálaráðnum

John William Joensen

Fram til løgtingsvalið vóru persónligar skuldsetingar móti Høgna Hoyda settar fram í kajaktorginum á heimasiðuni hjá Norðlýsinum – avsendarin er fíggjarmálaráði

Kjaktorgið hjá Norðlýsinum er sera væl vitjað og ofta gongur kajakið heitt.

Hóast tey, sum skrivað kunnu vera dulnevnd – so er tað møguligt hjá tænastuveitaranum at spora seg fram til hvør tað er, sum skrivar í kjaktorginum.

Fyri einum árið síðan høvdu vit eina hending har ein dulnevndur kjakari misbrúkti heimasíðuna og tað tók stutta tíð at finna viðkomandi.

Skuldsetingar móti Høgna Hoyda
Undan løgtingsvalinum hevur brævaskrivari sett fram persónligar skuldsetingar móti formanninum í Tjóðveldinum, Høgna Hoydal.

Av tí at webmastarin hjá Norðlýsinum skal góðkenna øll innlegg – áðrenn tey verða sædd almenn á netinum, komu hesar skuldsetingar ongantíð alment fram.

Ístaðin settu vit kanning í verk og nú er greitt at avsendarin kemur frá teldu hjá Fíggjarmálaráðnum.

Fyribils hava vit blokera ip-adressuna til vit fáa eina frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum.