Tíðindaskriv frá Havnar Bóltfelag: Havnar Bóltfelag tekur fult undir við áheitanini hjá Fótbóltssambandi Føroya – og nú eisini KÍ – um at sláa ring um føroysku fótbóltsdómararnar.
Dómararnir eru ein partur av fótbótinum eins væl og leikarar, áskoðarar og álitisfólk. Tí skulu teir viðfarast á virðiligan hátt.
Vit kunnu øll – viðhaldsfólk, leikarar, álitisfólk og onnur – ilskast og gerast ørg inn á dómaraavgerðir. Tað er ein heilt náttúrlig reaksjón, tá ið leikarar og viðhaldsfólk ganga upp í sítt lið við lív og sál. Tíverri hendir tað eftirhondini alt ov ofta, at áskoðarar eftir dystirnar hava hug at gera seg inn á dómararnar. Nevndin í HB tekur undir ongum umstøðum undir við slíkum framferðarhátti.
Á nevndarfundi tann 10. mai samtykt nevndin í HB tí, at slíkur atburður frá HB-áskoðarum kann verða sektaður við forboði ímóti at koma inn til heimadystir hjá HB. Í samband við útidystir hjá HB vil felagið samstarva við hini feløgini.
Dómaraavrik kunnu sjálvsagt vera ymisk. Dómarar eins og vit øll onnur kunnu hava ein off-dag, og vit loyva okkum at ganga út frá, at FSF ger tað, ið tað megnar fyri at eftirmeta avrik hjá dómarum, útbúgva og eftirútbúgva hesar – so føroyskum fótbólti framhaldandi er lív lagað.
Við fótbóltskvøðu
Starvsnevndin í Havnar Bóltfelag
Kelda: www.hb.fo




