Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uttan Kumpass – Uttan Kós – Uttan loysnir

John William Joensen

Hendan samgongan man verða ringasta politiska samanseting nakrantíð í politisku søgu Føroya.

• Teir hava onki av egnum málum megnað at lagt fram síðan teir komu í samgongu – øll málini higartil eru mál frá undanfarnu samgongu.

• Teir hava ongar loysnir uppá trupulleikarnar í fiskivinnuni – ætla onki at gera og vilja onki gera smb. løgmanni og landsstýrismanninum

• Teir hava bannað at viðgera etisk mál politiskt í teirra samgonguskeiði – sera demokratiskt má sigast.

• Teir hava vavt tunnilsmálini uppí ein sannan ellibita og sett økir upp móti hvørjum øðrum.

• Teir hava ongar loysnir uppá øktar inntøkur til landið – uttan skattahækkingar og økt avgjøld á nýtsluvørur.

• Teir ætla at skerja okkara fruminntøkur við góðum 200 milliónum t.v.s. yvirtaka tung kostnaðarmikil økir, hetta hóast vit hava stórar fíggjarligar avbjóðingar fyri framman, sum krevja hvørja krónu, vit kunnu fáa inn í landskassan, fyri at halda vælferðartænastur okkara.

Hava teir nakran politikk yvirhøvur? Spyr tú meg so eg svarið – nei tað hava teir ikki.

Teir eru tað sum sangskrivarin og entertainarin Anfinn – kallar Sirkus Tinganes.

Til stóra skomm fyri okkara land, draga teir politikkin niður í díkið.

Lat okkum kallað teir hugloysinga- og parkeringssamgongan. Tað man verða rættað orðið.

Vágur 27.05.2008
Johan Dahl, løgtingsmaður