Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uttanríkisráðharrin sett Faroexpo 2009

John William Joensen

Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri setti vinnustevnuna Faroexpo 2009 í morgun kl. 9.00 í Partneriathøllini í Runavík.

Faroexpo er stevna fyri føroyska og útlendska vinnu, har endamálið er at lata partarnar í vinnuni hittast og vísa á vørur og tænastur, endurnýggja avtalur og skapa nýggj sambond.

Uttanríkisráðharrin vísti í síni setanarrøðu á, at frælsur samhandil við umheimin er ein fortreyt fyri framhaldandi menning her á landi. Eitt høvuðsmál í okkara uttanríkismálum er tí at menna okkara handilssamband við umheimin. Faroexpo er eitt prógv um, at vinnan hevur tikið fyrsta stigið at náa longur fram á hesi leið.

Uttanríkisráðharrin og umboð fyri Deildina fyri heimshandil í Uttanríkisráðnum luttaka á sjálvari stevnuni og skulu á partneriatinum í dag og í morgin hitta fleiri fyritøkur harímillum eisini íslendska útflutningsráðið. Eins og undanfarin ár er undirtøkan góð bæði ímillum føroyskar og útlendskar fyritøkur, og fyriskipararnir boða frá nógvum fundum og virksemi hesar dagarnar vinnustevnan fer fram .

Vinnustevnan er eisini karmur um ráðstevnu undir heitinum “nútímans leiðsla” og verður hildin í Løkshøll í Runavík.