Síðan nýggja Uttanríkisráði var skipað tann 2. februar 2008 hevur Ráðharrin í Uttanríkismálum ferðast fyri 61.000 krónur.
Uttanríkisráði er fyrisiting hjá uttanríkisráðharranum, Høgna Hoydal.
Uttanríkistænastan fevnir um fyrisiting heima í Uttanríkisráðnum og burturin í sendistovunum. Harumframt fer Uttanríkistænastan at fevna um konslaskipan, sum eftir ætlan verður sett á stovn í komandi árum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá føroyska Uttanríkisráðnum.
Arbeiða fyri at styrkaj sambond Føroya úteftir.
Uttanríkisráði upplýsir at Landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum hevur síðan hann tók við ferðast fyri 61.000 kr. (Sambart ráðnum er hetta tað sum er bólkað undir ráðnum)
Hettar eru ferðir til fundir við politiskar starvsfelagar og embætisfólk í Skotlandi, Isle of Man, Onglandi, Grønlandi og Íslandi. Endamálini við hesum ferðum vóru m.a. at styrkja um sambond Føroya við hesi lond, at umrøða Hoyvíkssáttmálan við Isle of Man, Grønland og Ísland og at kunna okkara grannalond um føroysk geo politisk viðurskifti.
Játtanin á fíggjarlógini fyri 2008 hjá nýggja ráðnum er góðar sjey milliónir krónur.




