Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uttanríkisráði lært nógv av Skálaberg málinum

John William Joensen

Grundað á seinastu upplýsingarnar úr Moskva og Murmansk verður sektaruppskot ásett í dag 7. desember, og gongur sum ætlað, sleppur Skálaberg tá leysur, skrivar Uttanríkisráði m.a. í svarskrivið til spurning frá John Jóhannesen

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um manningina á Skálabergi, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Kann landsstýrismaðurin greiða mær stutt frá, hvat Uttanríkisráðið í øllum lutum hevur gjørt fyri manning og reiðarí á Skálabergi, sum hevur ligið afturhildin í Murmansk nú í drúgva tíð?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tað ber til, at vit bert hoyra um, at danska uttanríkisráðið hevur verið inni í myndini?

3. Sær Uttanríkisráðið tað sum sína skyldu at traðka til í slíkum málum, og hevur Uttanríkisráðið orðaðar mannagongdir fyri, hvat ráðið skal gera í slíkum støðum.

Á Løgtingi, tann 4. desember 2009
John Johannessen 

————

Svar upp á fyrispurningin

Til 1. Uttanríkisráðið fekk hóskvøldið hin 19. november kl. 19.30 boð um, at “Skálaberg” varð tikin og á veg til Murmansk. Vegna tíðarmunin (3 tímar) var ikki gjørligt at koma í samband við teir russisku fyrisitingarmyndugleikarnar. Deildin fyri Altjóðaviðurskifti í Uttanríkisráðnum fór beinanvegin inn í málið, og fekk samband við Murmansk og Moskva – formannin í russisku fiskivinnusamráðingarnevndini. Samband varð síðani tikið upp við viðkomandi myndugleikar í Moskva og Murmansk. Niðurstøðan varð tó, at fyrisitingarmyndugleikin í Moskva einki kundi gera við málið.

Kaj P. Mortensen, stjóri í Deildini fyri Altjóðaviðurskifti í Uttanríkisráðnum, og Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi, hava síðan arbeitt støðugt við málinum og hava virkað í tøttum samstarvi við Fiskimálaráðið, reiðaríið, danska uttanríkisráðið og russiskar myndugleikar bæði í Moskva og Murmansk.

Til 2. Vegna tess, at eingin føroysk sendistova er í Moskva, hevur Uttanríkisráðið samstarvað við danska uttanríkisráðið og tess sendistovu í Moskva m.a. um advokathjálp til reiðaríið. Uttanríkisráðið hevur gjørt diplomatiska notu, og er tað danska sendistovan í Moskva, ið hevur latið hesa til russiska uttanríkisráðið. Eftir at vit fingu russiska uttanríkisráðið í málið, tykist gongd verða komin á.

Uttanríkisráðið hevur tryggjað sær, at manningin hevur tað gott og hevur støðugt havt nógv samskifti við reiðaríið, Fiskimálaráðið, russisku myndugleikarnar í Moskva og Murmansk og donsku sendistovuna í Moskva. Eisini er samskifti við russiska uttanríkisráðið samsvarandi altjóða reglum.

Til 3. Uttanríkisráðið heldur tað vera sína sjálvsøgdu skyldu at veita alla neyðuga fyrisitingarliga og løgfrøðiliga hjálp í slíkum málum. Við royndum førleika í fyrisitingini um fiskivinnusamráðingar og løgfrøðiligum serfrøðingi innan havrætt og havrættarskipan ber til at veita røttu hjálp sum í hesum føri, hóast tað ikki eru orðaðar mannagongdir fyri júst hesum slag av málum. Slík mál eru tíbetur sera sjáldsom á okkara leiðum, men ætlanin er, at tá ið málið er liðugt, skal Uttanríkisráðið nýta tær virðismiklu royndir, ið standa eftir í hesum arbeiði, til at gera tilbúgvingarætlan, soleiðis, at slík møgulig mál framhaldandi skulu loysast á skynsamasta hátt.

Grundað á seinastu upplýsingarnar úr Moskva og Murmansk verður sektaruppskot ásett í dag 7. desember, og gongur sum ætlað, sleppur Skálaberg tá leysur.