Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útvarpið ber kola svarta lygn

Oliver Joensen

Í samband við at Norðlýsið eftir áheitan frá umboð fyri arbeiðarafeløgini í Norðoyggjum var biðið um at senda eitt tíðindaskriv til útvarpið, sum verkamannafeløgini høvdu snikka saman, ber Kringvarpið kola svarta lygn í tíðindasendingini í gjárkvøldið.

Lagt verður upp til, at Norðlýsið hevur gjørt eitt komplot saman við arbeiðarafeløgunum. Hetta er heilt burturvið. Arthur Guðjónsson og Absalon Hansen frá Klaksvíkar Arbeiðismannafelag komu báðir niðan á Norðlýsið og bóðu okkum um at hjálpa teimum at senda eitt tíðindaskriv, sum teir ynsktu at vit sendu til allar føroysku miðlarnar. Tað gjørdu vit.

Longri er tann søgan ikki. At Norðlýsið skal hava gjørt nakra avtalu ella nakað komplot saman við Arbeiðarafeløgunum er ein fúl ákæra tikin úr tómum lofti. Tað er ikki óvanligt at Norðlýsið sendir lýsingar og tíðindi víðari fyri viðskiftafólk í Norðoyggju.