Ótrúliga ófantaligt álop frá Útvarpi Føroya á Suðuroyar Sjúkrahús.
Nú stóðu ljósmøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri skotum. – føðideild á Suðuroyar Sjúrkahúsi er oyðs, ólika bíligari í Havn – sýntist undirtónin á tíðindunum frá høvuðsstaðarpressuni at vera.
Vit í Klaksvík gloyma ikki mistakið, ið bleiv gjørt, tá føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið bleiv flutt til Havnar.
Tað kann væl vera, at løtin til ljósmøðrar í Suðuroy kosta meira pr. barn, enn lønir til ljósmøðrarnar á landsstjúkrahúsinum, treyðugt so, men spurningurin hevði verið meira áhugaverdur og ikki so út av lagið skeivt viðgjørdur, um Útvarpið hevði tíma so frægt, sum at sett seg inn í, hvat ein barnakona í Suðuroy hevði kosta samfelagnum og familjuni, um hon skuldi til Havnar at eiga barn sítt.
Søgan hjá Útvarpinum kann ikki roknast sum annað enn manipulatión ímóti endamálinum hjá Høvuðsstaðarpressuni, at vit bara skulu hava eitt sjúkrahús í Føroyum.
Føðideildin á Landssjúkrahúsinum hevur heilt víst verið dýr fyri okkum borgarar, síðani føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi bleiv niðurløgd.
Eitt nú hava vit dømi um barnakonu, ið fór til Havnar tí tíðin var komin har hon skuldi eiga. Hon bleiv løgd inn á Landssjúkrahúsið. Men tá einki hendi, bleiv hon sett í gongd, men tað hendi framvegis einki og tí mátti hon liggja á Landssjúkrahúsinum í útivið tríggjar dagar, tí hon kundi jú ikki sendast aftur til Klaksvíkar. Harafturat er maðurin eisini ein partur av barðslinum. Hann fór til Havnar og bleiv innlagdur saman við konuni. Sengurnar á Landssjúkrahúsinum eru dýrar, so hetta hevur ikki verið kostnaðarleyst fyri samfelagið, umframt tað, at maðurin ikki var til arbeiðis hesa tíðina, sum hann helst hevði kunna verið, um føðideild var á Klakvíkar Sjúkrahúsi.
Einki er at taka seg aftur í, at tað kostar ungu tjúnum meira, at børn teirra skulu setast í heim á Landssjúkrahúsinum, enn sum fyrr á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Makin kundi fyrr eitt nú røkja bæði arbeiði og vitjan, tað ber illa til í dag. Við at flyta føðideildina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og til Havnar, hevur politiska skipanin tí flutt ein part av útreiðslunum beinleiðis í lumman hjá teim ungu.
Spurningurin er so, um barnakonurnar úr Norðoyggjum kosta samfelagnum og teim ungu minni í dag enn tær gjørdu tá føðideild var á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Vit loyva okkum at ivast.
Oliver




