Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tað møguligt hjá fólki at hoyra allar føroysku útvarpsrásirnar, meðan koyrt verður ígjøgnum tunnilin, spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir m.a í munnligum fyrispurningi til Dennils Holm, samferðslumálaráðharra
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Viðareiðistunnilin
Spurningar:
1. Hvussu nógv akfør koyra ígjøgnum Viðareiðistunnilin árliga ?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tað møguligt hjá fólki at hoyra allar føroysku útvarpsrásirnar, meðan koyrt verður ígjøgnum tunnilin ?
3. Hvussu nógv kostar tað at fáa føroysku útvarpsrásirnar í tunnilin?
4. Í hvussu nógvum av tunlunum í Føroyum hoyrist útvarp ikki?
Viðmerkingar:
Tað var ein hátíðardagur, tá Viðareiðistunnilin bleiv latin upp fyri ferðslu í 2016. Tunnilin er soleiðis ein av teim nýggjaru tunlunum, tveysporaður, ljósur og breiður, men onki FM hoyrist í tunlinum.
Tá koyrt verður t.d. millum Klaksvík og Havnina hoyrist KvF í øllum tunlunum. Flestu av hinum útvarpsrásunum – um ikki allar – hoyrast eisini. Tað hevði tí ikki verið meir enn natúrligt at uppstiga Viðareiðistunnilin, so tey, sum koyrdu ígjøgnum tunnilin, kundu hoyrt allar tær føroysku útvarpsrásirnar.
Tað hevur eisini týdning fyri trygdina, at fólk kunnu hoyra útvarp inni í tunlinum. Eisini er hetta ein tænasta til borgararnar. Tað kunnu vera átroðkandi og/ella umráðandi boð í útvarpinum um skalvalop, skriðulop, ring koyrilíkindi o.s.fr., sum ein ikki fær við, tí koyrt verður í tunlinum.
Á Løgtingi, 12. apríl 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur



