Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Váðasteinur landar 250.000 pund til Kósina

Jákup Ósá

Váðasteinur er í morgun komin aftur av Flemish Cap og landar 250.000 pund til Kósina.

Tað gongur framvegis væl hjá bátunum á Flemish Cap. Í dag landar Váðasteinur 250.000 pund á Kósini. Meginparturin er toskur og hesa veiðuna hava teir fiskað uppá 7 dagar. Kósin hevur keypt alla veiðuna.

Váðasteinur er heimahoyrandi í Tórshavn.