Norðdepils og Hvannasunds Róðrarfelag skipaði fyri summartiltakið norðuri í Hvannasundi sunnudagin. Har fekst sjón fyri søgn, at kappróðrarfepurin herjar norðuri í Sundinum.
Ilt er at meta um hvussu nógv fólk vóru møtt upp, men eitt skot uppá eini 2-300 fólk man ikki vera langt av leið.
Byrjað var kl. 14.00 tá bátarnir vórðu flotaðir og róðu framvísningsróður á sundinum. síðani vórðu Ritan og Norðoyingur, ið bygdir eru í 60 unum tiknir upp á kaiina og seldur á uppboði. Annar fór fyri 12.000 krónur, ímeðan hin fór fyri 9.000 krónur.
Guttorm Sørensen úr Treystinum skipaði fyri rennikapping saman við eitt nú Jonhard Larsen og øðrum. Undirtøkan var góð, eini 60 børn í skúlaaldri luttóku og hetta fegnaðist Guttorm um og segði, at luttøkan her var líka stór, sum tá Treystið av fyrstan tíð skipaði fyri kapprenning á Norðoyastevnu.
Skipað var eisini fyri hugnaligari kaffisølu við heitum vaflum og øðrum og harafturat var bamsutombola og skjótikapping.
Til seinast kom Silvi á vitjan í bili sínum, og hann er rættuliga væl umtóktur millum børnini, sum flokkaðust um hann. Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa og Jákup Heinesen, deildarleiðari hjá Statoil skrivaðu undir sponsoravtalu við NHR.
Meira um tiltakið í Norðlýsinum fríggjadagin.




