Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Væl av fiski at fáa, men smáfallandi fiskur

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Janus Sørensen, skipari og reiðari á útróðrarbátinum Brandi, sum rør út av Hvannasundi sigur, at tað hevur verið væl av fiski at fáa seinastu dagarnir. Fyri okkum hevði verið ynskiligt at meira av toski var at fáa. Tað vit fáa av toski er smáfallandi, mest toskur fýra og hartil er smáfalandi toskurin mest nærri landi. Úti á er lítið til av toski.

Hinvegin er væl av hýsu til. Men eisini her er galdandi, at hýsan er smáfallandi. Jú, upp á fyrispurning tín, sigur Janus, kann eg siga at vit hava fiska væl seinastu dagarnar, hava ligið um 7 til 9.000 pund. Prísurin hevur verið sera góður, so tað er hugaligt at rógv út fyri tíðina.