Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl brúkiligt hjá útróðrarbátunum í dag

Oliver Joensen

 Brandur er komin inn í Sund við 7.900 pundum, teir eru aftur í dag besti báturin. Norðsøki og Líðhamar eru á veg inn í Kalsoyarfjørð, Líðhamar við 7.600 pundum og Norðsøki við 7.500 pundum. Fyriløtu síðani var Bragd ikki liðugur at draga, men teir hava upgivið 7.700 pund til fiskamarknaðin. Tá vit tosaðu við Norðsøka fyri løtu síðani, segði Eyðólvur Vang skipari, at tað hevði verið sera ófantaligt í sjónum í nátt, men nú teir sigldu inn var fínasta veður norðanfyri. Líðhamar Norðsøki og Brandur hava verið eystarlaga á, imeðan Bragd hevur verið beint norður úr Hestmúla.