Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl eydnað seyðasýning í Fuglafirði

Kjartan Madsen

Leygardagin tann 19 oktobur var tann árliga seyðasýningin í Fuglafirði, og heilt fitt av fólki var til tiltakið. Sýnsmenn vóru: Poul Samuelsen úr Vík, André Kruse av Eiði og Petur Andreasen úr Klaksvík.

Leygardagin tann 19 oktobur var tann árliga seyðasýningin í Fuglafirði, og heilt fitt av fólki var til tiltakið.

Sýnsmenn vóru: Poul Samuelsen úr Vík, André Kruse av Eiði og Petur Andreasen úr Klaksvík. Steyp vóru latin fyri besta haga, bestu brundlombini og vakrasta veðr. Besti hagi var Rustin. Røktingarmaður Tórur Samuelsen.

Nr. 1 brundlamb var úr Góðadali; eigari Petur Abrahamsen

Nr. 2 brundlamb var úr Skarðhaga; eigari Dorit Jensen

Nr. 3 brundlamb var úr Norður í Haga h. partur (Klemman); eigari Høgni Houmann

Vakrasti veðrur var úr Fjalshaga, eigari Finnur Gudmundsson

Fyriskipararnir takka stuðlunum, ið vóru Havsbrún, Sandgrefstur, Norðoyar Sparikassi, KJ Hydraulik og Føroya Bjór