Men nú tykist veruliga at glógva. Allan veturin at kalla hevur verið arbeitt nokkso væl við eldru tíðini, m.a. eru nú allir teir gomlu dómaraseðlarnir, sum til eru, innlisnir og lagdir út, bæði elektroniskt og sum PDf-fílur. Og tá kanningarferðirnar í seinastuni OG nýggi portalurin hjá Landsbókasavninum, tidarrit.fo, við øllum teimum gomlu føroysku bløðunum, koma afturat, so eru fyritreytirnar munandi betraðar at arbeiða meira miðvíst við skrásetingini av eldru tíðini.
Høvuðsendamálið hjá FaroeSoccer við at vitja í Klaksvík, á Tvøroyri, í Vági og á Landsskjalasavninum (HB og B36) var at avmynda gomlu gerðabøkurnar hjá feløgunum, t.e. avmynda allar síðurnar í gerðabókunum fyri tíðarskeiðið 1942 – tá landskappingin byrjar – upp til umleið 1970-1975. Allastaðni var FaroeSoccer møtt við stórari vælvild og áhuga, og tað takka vit fyri. Ein slíkur túrur sum hesin var heldur ikki møguligur, um FaroeSoccer ikki hevði sponsoreraða bilin frá Bilrøkt tøkan.
Tíðarskeiðið 1949-1970 er tað bara B36, HB, KÍ, TB og (stundum) VB, sum luttaka í bestu deildini (Meistaradeildin) og í steypakappingini (Ísafjarðarbikarið/súlan). Tíðarskeiðið 1942-1948 er eitt sindur annarleiðis samansett. Hetta koma vit nokk aftur til í aðrari grein seinni.
Nú skulu so allar hesar mongu myndirnar av gerðabókunum hyggjast/lesast ígjøgnum á teldu í eini roynd at finna ymiskt manglandi info um gomlu dystirnar, serliga manningarnar og málini (úrslitini eru tó øll kend). Hetta – hóast ikki løtuverk – saman við eini miðvísari gjøgnumgongd av gomlu bløðunum á tidarrit.fo, ger, at nú hómast ein endi á hesum partinum av verkætlanini, ella sagt á ein annan hátt: nú gera vit sjálvir av, hvussu skjótt alt skal ganga.
Greitt er tó longu nú, at verri enn so alt verður funnið. Ein partur av arbeiðinum hjá FaroeSoccer er eisini at staðfesta, hvat ikki er til – og tað er tíverri alt ov nógv. Í dag er støðan tann, at eingin veit nakað ordiliga – heldur ikki FSF.




