Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl nøgdir við úrslitið hóast alt

Oliver Joensen

Á ferð aftur úr Gøtu, vóru klaksvíkingar nøgdir við úrslitið, hóast spælið á vøllinum í Skerpugerði var ógvuliga tilvildarligt í ódnarveðrinum.

Ikki kann sigast annað enn at klaksvíkingar vóru sera væl nøgdir við avrikið hjá KÍ í Gøtu ídag. Veðrið var av tí vánaligasta at spæla fótbólt í. Glaðustrokið stóð um vøllin og allan fyrra hálvleik hevði GÍ undanvind, men teir megnaðu ikki at fáa nakað sum helst burturúr hjálpini frá veðurgudunum.
Sum seinni hálvleikur leið, gjørdi Kí seg alt meira og meira galdandi og við dystarenda stóðu teir eisini sum vinnarar, sum greitt er frá áður. Hýrurin var sera góður tá leikarar og áskoðarar fóru um Lorvíksfjørð í kvøld. Vit hildu í hvussu so er, at sterkara liðið hevði vunnið.