Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væl uppmøttur aðalfundur hjá Vinnulívsráðnum

John William Joensen

Hóskvøldið í seinastu viku hevði Vinnulívsráðið í Klaksvík aðalfund. Stívliga 30 fólk umboðandi 25 vinnufyritøkur møttu.

Hóskvøldið í seinastu viku hevði Vinnulívsráðið í Klaksvík aðalfund. Stívliga 30 fólk umboðandi 25 vinnufyritøkur møttu.

Formaðurin legði fyri við frágreiðing frá virki ráðsins seinastu árini, sum hann helt ikki hevði verið so virkið, sum tað átti, burtursæð frá seinasta hálva árinum, har tiltøk vórðu skipað og eftir at nevndin hevur sett samskipara.

Greiddi m.a. frá fyrilestrum, sum høvdu verið bæði frá Regini Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, “Hvat Bakkafrost ætlaði í Norðoyggjum”, og einum fyrilestri hjá Bjarna Arnason, grannskoðara, undir heitinum “Tilfeingisgjald og Tunnilsgjald”, og hvønn týdning hesi hava og koma at hava fyri Norðoyggjar og nærumhvørvið, sum m.a. er Eysturoyggin.

Framtíðarátøk

Á aðalfundinum varð stungið út í kortið eftir uppleggi frá nevndini, eitt nú, at ein almennur fundur við fyrilestri verður 4. juni. Eisini varð avgjørt, at fyrsti “netverks-fundurin”, har vinnulívsfólk møtast hjá fyritøkum, verður hjá El-In, sum Hilmar Danielsen skipar fyri. Hann verður hósmorgunin 6. mai kl. 9.30. Nærri verður lýst seinni.

Umframt aðalfundin, hevði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, eina kunning um “Vakstrarætlanina í Klaksvík”, har hann greiddi frá vansum og fyrimunum við Klaksvík og hvørja leið tað almenna og vinnulívið í felag skuldu taka. Lagt var upp til orðaskifti, sum bæði var lívligt og áhugavert.

Aðalfundurin var samdur um, at sama nevndin við somu samanseting skuldi halda fram til komandi aðalfund. Í nevndini sita: Karl Birgir Isaksen, formaður, Hilmar Danielsen, næstformaður, Elsubeth Poulsen, peningarøkil, Rani Nolsøe og Heini Hansen. Tiltakslimir: Jákup Pauli Johannesen og Bjørghild Magnusson. Samskipari er Mercant v/Jógvan við Keldu