Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Væleydnað “Divers Night”

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Klaksvíkar Froskmannafelag, sum fyri stuttum bleiv endurstovnað, skipaði í gjárkvøldið fyri sínum fyrsta tiltaki, ið var “Divers Night”.

Í vakrasta vetrarveðri, bleiv tiltakið fyriskipað á lendingini á Oyri. Benny Hansen var so beinasamur, at lata neyst sítt til tiltakið. Neystið hjá Benny er stórt og liggur væl fyri á dráttinum norðanfyri sjálva keiina. Har høvdu hann og kona hansara skipað alt so væl og hugnaligt hjá Klaksvíkar Froskmannafelag at hava básu, har felagið bjóðaði suppu og leskidrykkir í samband við Divers Night.

Divers Night snýr seg í veruleikanum bert um, at kavarar World Wide fara undir vatnskorpuna eina klokkutíð, sett eftir árstalinum, tí fóru teir í ár allir í kav klokkan 20:22.

Sum sagt so var veðrið sum “bestilt” til tiltakið. Vit mongu sum vóru samlað á landingini kundu tí njóta sera vøkru løtuna, tá kava varð í myrkri við lykt.

Fleiri ung vóru sum vera man eisini møtt og tey gjørdu ikki vandari enn at taka saman í ring og kvóðu onkur ørindi í sera vøkru løtuni í mánalýsi og stillu.

Fyri at gera kavingina hjá froskfólkunum hugaligari, vóru leskidrykkir lagdir á botn frammanundan og tað tók sína tíð hjá kavarunum at finna skattin, men tað eydnaðist sjálvandi.

Navnframi kavarin Ingi Sørensen úr Havn var sjálvandi við, og frá honum fekk eg sendandi nakrar myndir, sum hann hevði tikið við havsins botn. Tær liggja aftast í myndarøðini.