Í gjár var Miðhøllin á Skúlatrøð karmur um fakligt tiltak fyri øll starvsfólk á trivnaðarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu
Í gjár var Miðhøllin á Skúlatrøð karmur um fakligt tiltak fyri øll starvsfólk á trivnaðarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og ung førdi fram røðu eftir at John Færø, Trivnaðarstjóri hevði bjóðað vælkomin. Eftir hetta hildu nýggju samskiftisfólkini hjá Klaksvíkar kommunu, Fríða Næs og Maria Z. Nesá fyrilestur um samskifti og síðan helt Jan Willemoes fyrilestur um samstarv.
Í røðu síni segði forkvinnan í Trivnaðarnevndini Børn og ung millum annað, at fakfólk og fólk yvirhøvur eru sum teldur – við hvørt tørvar okkum dagføringar fyri at virka best, og við hesum útgangsstøði var tiltakið ætlað sum eitt høvi hjá starvsfólkum at lata seg dagføra og fáa íblástur til frama fyri dagligu samveruna við børnini og tey ungu í Klaksvíkar kommunu.




