Sunnudagin fór árliga fimleikaframsýning hjá Klaksvíkar Fimleikafelag av bakkastokki. Sum altíð var hópur av fólki møtt til framsýningina.
Kjartan á Gravarbø bjóðaði vælkomin og hugleiddi eitt sindur um umstøðurnar hjá fimleikafelagnum. Frammi hevur verið í býráðnum um at byggja nýggja fimleikahøll, men Kjartan heldur, at tað gongur ov seint við tí ætlanini. So vítt hann veit, so skal rennibreyt, skýlið við fótbóltsvøllin og mentanarhús gerast fyrst.
Undirtøkan hjá felagnum ímillum tey ungu má sigast at vera sera góð. Heilir 250 íðkarar sýndu kynstur síni og hugaligt er at upplivað, at framgongd er í framførðslunum hjá fimleikarunum á hvørjum ári.
Ungi Silas Gaard, sum í steypakappingini herfyri fekk bronsu í ringunum og gull í lop um hest, vísti sýni kynstur.
Kjartan á Gravarbø sigur at fimleikaframsýningin er endin á venjingarárinum hjá felagnum, men at kappingarliðini hava nakrar venjingar enn, orsakað at tey skulu til kappingar seinni.
Umleið 700 gjaldandi áskoðarar vóru í Badmintonhøllini sunnudagin.




