Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Væleydnað fiskikapping

Jóhann Lützen

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum segl- og skúlaskipið Dragin skipar fyri, varð hildin í góðveðriðnum í gjár.11 bátar luttóku, og samlaða veiðan gjørdist  2825 pund.

 

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:

Nr. 1: Báturin ‘Malla’ – 499,6 pund. Manning: Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard. Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 2. Báturin ‘Eydnufarið’ – 424,4 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Jógvan Johannesen. Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3. Báturin ‘Hvannrók’ – 270 pund. Manning: Finn Baldvinsson og Jógvan Fróðin Baldvinsson.Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol)

 

Størsta fiskin fekk Jakup Eydnugarð við Eydnufariunum. Hetta var ein toskur sum var 112 cm og vigaði 12,72 kg.Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol)

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, ið ikki vóru millum vinnandi bátarnar. Hetta vann báturin ‘Benjamin’ við Sólarn Isaksen og Marni Isaksen. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK Trol). 


Dragin takkar luttakarum og fyri stuðul til vinningar!

Harleywoodpaint